Ongi úrslit

11 bilførarar tiknir við telefon í hond

Áki Bertholdsen
8. apríl kl. 11:00

Í gjár koyrdi løgreglan runt ymsastaðni í Tórshavnar kommunu og eygleiddi ferðsluna.

Í tí sambandi vórðu heilir 11 bilførarar tiknir fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.

Revsingin fyri tað varð herd fyri nøkrum árum síðani so nú kostar tað bilførarum 1.500 krónur í bót, og eitt klipp í koyrikortið at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyra.

Í gjár tók løgreglan eisini ein mann á skutara, sum koyrdi á einum strekki í Havn, har ferðslan var einvegis - men ólukkan hjá honum var, at hann koyrdi øvugtan veg. Tað fær hann eina heilsan frá løgregluni fyri.

Løgreglan tók somuleiðis ein mann, tí hann var so ólátaður á alfaravegi í Havnini, at fólk ræddust hann og tí fær hann bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Bótin fyri tað er 1.500 krónur. Men tá ið løgrglan kannaði hann, hevði ein eisini eina lítla nøgd av rúsevnum uppi á sær  og tað fær hann eisini bót fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

Í gjár kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01