Stutt eftir at kongur hevði sagt seinasta orðið í ársins nýggjársrøðu, tendraðu myndatólini á slotstorginum uttanfyri Amalienborg, har hundraðtals danir vóru savnaðir.
Ein umhvørvisaktivistur, Oskar Kluge, gekk framvið teimum við einum skelti har tað stóð, nakað soleiðis: Veðurlagsfall - drag neyðbremsuna. Ein kongalig lívverja fór tá yvir og skumpaði hann umkoll.
Aktivisturin fekk síðani fyrst nevan frá einum áskoðara og bleiv so varðhaldsfongslaður og skuldsettur, sigur hann.
Løgreglan í Keypmannahavn váttar fyri TV 2, at ein persónur er skuldsettur fyri brot á almenna skipanina í sambandi við hendingina.
Síðani hendingina hevur TV 2 roynt at fingið eina viðmerking frá Kongaligu Lívverjuni og herinum. Tíðindafólkið hjá verjuni, Thomas Helbro Reimann, sigur við TV 2:
- Tað einasta vit kunnu siga er, at vit hava heimildina at tryggja, at friður er á slotstorginum, og tað gera vit 365 dagar um árið. Um so eini boð verða givin um, at tú skalt flyta teg frá torginum, mást tú akta boðini.
Mentamálaráðharrin Jakob Engel-Schmidt hevur gjørt viðmerkingar til hendingina. Hann beinir sína vreiði móti aktivistinum.
- Óansæð hvønn politiskan boðskap tit hava, so órógva tit ikki skrúðgonguna hjá lívverjuni frammanfyri Amalienborg eftir H.M. Nýggjársrøða kongsins. Hetta mál vera eitt um lágan intelligens, skrivar hann á sosialu miðlunum.
Aktivisturin Oskar Kluge
Oskar svarar hesum kritikki við at siga, at tað tykist ikki sum, at ráðharrin tekur veðurlagið so seriøst, sum stjórnin sigur seg gera.
Hann er til reiðar at hitta mannin sum skerdi hann niður og tosa hendingina ígjøgnum, tí hann meinar at dialog er loysnin.
Sí video her