Ongi úrslit

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

Áki Bertholdsen
30. desember 2025 kl. 15:38

Sum vit hava skrivað áður, veðrið so ringt í morgin, at tað er illa ráðiligt at skjóta fýrverk.

Tí eru tað fleiri, sum ætlað at framskundað fýrverkið til í kvøld. Men eftir galdandi lóg er tað forboðið, tí fýrverk kann bara skjótast nýggjársaftan, nýggjársdag og 2. januar.

Í serligum føri kann undantak gevast, men ringt veður varð ikki mett at vera ein nóg góð orsøk til at geva undantak.

Men nú seinnapartin í dag hevur Margit Stórá, landsstýriskvinna, givið fútanum boð um, at hon tulkar lógina soleiðis, at serligu umstøðurnar við ringum veðri í morgin, er nóg gott grundarlag at geva undantak til at skjóta fýrverk í kvøld.

Og tað hevur fútin tikið til eftirtektar og sostatt hevur fútin givið alment loyvi til, at skjóta fýrverk í kvøld.

So tað hava øll loyvi til í kvøld - uttan at spyrja nakran eftir.

Løgreglan sigur annars, at tey hava fingið heilt nógvir fyrispurningar verið frá fólki um loyvi til at skjóta í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember 2025 kl. 22:00

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

Í gjár kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember 2025 kl. 09:48

Skumpaðar umkoll av kongaligum lívverja

14 tímar síðan

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08