Ongi úrslit

NSÍ hevur skrivað undir við nýggjan miðverja

31 ára gamli Nikola Kovacevic, sum er úr Serbia, hevur roynt seg í bestu deildunum í Montenegro, Lettlandi, Lybia og Indonesia

NSÍ
12 tímar síðan

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic. Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.

Nikola er uppvaksin í serbiskum fótbólti, har hann hevur leikt við fleiri feløgum í bestu serbisku deildini. Harumframt hevur hann seinastu árini leikt í bestu deildunum í Montenegro, Lettlandi, Lybia og Indonesia.

192 cm høgi serbin fer at styrkja um verjupartin hjá NSÍ. Nikola er sterkur í luftini, kroppsterkur og er dugnaligur at lesa spælið.

Vit í NSÍ ynskja Nikola hjartaliga vælkomnan í felagið, og vit gleða okkum at síggja nýggja leikaran í eyðkendu gulu blusuni við Løkin! Nikola verður ynskt alt tað besta í komandi kappingarári.

 

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39

Hevur vónir um rættvísi

Í gjár kl. 17:15

Má ikki koyrast í mikrobylgjuovnin!

6. februar kl. 17:00