Ongi úrslit

Tað er rein satanisma

Ein djúp alliansa, sum stýrir øllum Vesturheiminum

Jóhanna Højgaard
8. februar kl. 21:00

-Epstein-skjøluni hava avdúkað reina satanismu millum vesturlendsku elituna. Hetta sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í samrøðu við russiska miðilin NTV.

- Hetta málið hevur verið við til at avdúka andlitið á tí, sum kallast kollektivi Vesturheimurin. Tað sum kallast tað djúpa - ja, nú ikki longur eitt ríki, men ein djúp alliansa, sum stýrir øllum Vesturheiminum og roynir at stýra øllum heiminum, leggur hann afturat.

Avdúkanin av nýggjastu Epstein-skjølunum, hevur avdúkað sambond við fleiri kend fólk, bæði í og ​​uttan fyri USA. Skjølini vísa eisini, at Epstein royndi at fáa samband við Lavrov.

Avdúkingarnar sum komu fram í seinastu viku vísa bæði teldupostar, myndir og videobrot, sum kunnu týða uppá brotsverk ímóti ungum kvinnum og monnum, eins væl og ímóti heilt smáum børnum.

Menniskjahandil, neyðtøkur og satanisk ritualir, er nakað av tí Epstein og fleiri aðrir høgtstandandi persónar vera lagdir undir at hava framt.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39

Hevur vónir um rættvísi

Í gjár kl. 17:15

Má ikki koyrast í mikrobylgjuovnin!

6. februar kl. 17:00