Í gjár var løgreglan á ferð við ferðmátaranum. Í hesum sambandi vóru tey Millum Fjarða har tað er loyvt at koyra 80. Men har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 109 kilometrar um tíman og tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fekk bót.
Ein annar bilførari varð tikin á Søldafjarðarvegnum á einum strekki har tað er loyvt at koyra 50, og har fekk ein bilførari eisini eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót fyri at koyra 77 kilometrar um tíman.
Men heilt galið gekk hjá einum bilførara, sum koyrdi á Velbastaðvegnum. Tað er í óbygdum og har er langt ímillum húsini. Men á einum strekki ímillum Heimasta Horn og Norðasta Horn er hámarksferðin avmarkað til 60 kilometrar um tíman.
Tað er ein góður og beinur vegur, so tað lata nógvir bilførarar seg lumpa av, og har eru fleiri koyrikort rokin ímillum ár og dag.
Tað var tað eisini ein bilførari, sum gjørdi í gjár. Hann varð tikin fyri at koyra 84 kilometrr um tíman og tað er nokk til at missa koyrikortið treytað - og so má hann taka tað av nýggjum.