Ongi úrslit

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Fyri sløkum tveimum vikum síðani kom eldur í eini hús á Tvøroyri og tey brendu mest sum í grund. Ein maður var staddur í húsunum, men hann bjargaði sær út í øllum góðum.

Síðani hevur løgreglan kanna orsøkina til eldsbrunan, og hana hava tey nú funnið.

Tey siga, at maðurin var í holt við at gera mat, men eldur var komin í grýtuna. tað eydnaðist honum at sløkkja eldin við at leggja lok á grýtuna. Men tá hevði tað longu fest í roykkápuna og í útsúgvingina og tað fekk hann ikki sløkt.

Og hóast bæði sløkkiliðið á Tvøroyri og í Vági royndu at basa eldinum, brunnu húsini mest sum í grund.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39

Hevur vónir um rættvísi

Í gjár kl. 17:15

Má ikki koyrast í mikrobylgjuovnin!

6. februar kl. 17:00