NATO boðar frá, at Arctic Sentry er sett í verk. Hettar er eitt átak hjá NATO, sum skal betra um trygdina og eftirlitið í Arktis.
Forsvarsministeriet skrivar at enn er ov tíðliga at siga nakað um júst hvussu virksemið verður skipað. Danmark fer sjálvsagt at stuðla munandi, í tøttum samstarvi við Grønlandi og Føroyum.
Átakið er partur av eini størri avtalu um at minka um innanhýsis spenningin innan NATO í kjalarvørrinum av samrøðu millum Trump og Mark Rutte um Grønland. Teir tosaðu saman, tá WEF helt árliga fund teirra í Davos Sveits.
Hettar skrivar Reuters.
- Tað er greitt gott fyri Danmark, at málið er flutt frá tvílanda Danmark-USA sporið til eitt breiðari NATO spor nú, sigur Christine Nissen frá Den Europæiske Tænketank við TV 2.
Sambært henni fer nýggja NATO-uppgávan eisini at hava við sær, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at hava truplari við at argumentera fyri, at Danmark ikki ger nóg stór átøk í trygdini í og kring Grønland.