Ongi úrslit

Vit skulu hugsa um javnstøðu í breiðari merking

Rúna Wenningsted Hansen,Valevni fyri Fólkaflokkin
2 tímar síðan

Tað skal vera lættari at vera sterkur, klára dagligu avbjóðingarnar og vera virkin, hóast ein hevur avbjóðingar.

Tá ið vit tosa um javnstøðu, eigur kyn ikki at vera tað einasta, vit hugsa um. Nei, vit mugu hugsa um menniskjavirðið, tí at tann, sum hevur tørv á einum avlamisbili ella tilskoti til heilivág fyri at klára gerandisdagin, eigur ikki at vera noydd/ur at skriva til Kringvarpið fyri at fáa varpað ljós á sín tørv – tað er ikki virðiligt.

Tað er bara ov pínligt, at fólk, sum frammanundan stríðast hvønn dag, skulu minka.

Eg vil virka fyri tí menniskjanum og tess familju, sum druknar í umsóknum og skal lýsa sína neyð og vesaldóm alment fyri at fáa ein knaka á vesið, ella hvat tað skuldi verið, sum kundi gjørt dagligdagin lættari.

Hesum vil eg virka fyri.

Set X við Rúnu Wenningsted Hansen

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

22 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46