Í dag eta, drekka og roykja vit nokk so fitt minni enn vit gjørdu fyri fimm árum síðani.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Men uppgerðin vísir, at samstundis eru prísirnir nógv hækkaðir, so hóast nøgdin er nógv minkað, hava vit goldið munandi meiri fyri tað.
Uppgerðin vísir, at samanborið við 2001, vaks nýtslan av mati, drekka og tubbakki, at kalla støðugt, heilt fram til juli í 2021, tá ið hon var nøgdin var góð 45 prosent hægri enn hon var í 2001. Tað var heldur ikki so løgið, tí fólkatalið er eisini vaksið hesa tíðina,
Hesi árini fylgdust prísir og nøgd eisini so nøkunlunda at.
Men í so hendir ein broyting í 2021, tí hóast fólkatalið helt fram at veksa, fór nýtslan at minka. Og ímóti ársenda í fjør var nýtslan eini 18 prosentpoeng minni enn hon var í 2021. Men hinvegin eru prísirnir hækkaðir nógv, so prísirnir eru 21 prosentpoeng hægri enn teir vóru í 2021.
Tað merkir, at vit keypa munandi minni nøgd fyri munandi hægri prísir.
Talvan niðan fyri vísir gongdina í nøgd og prísum hesi seinastu árini
