Nú skal ferð setast á arbeiðið at menna ríkisfelagsskapin. Tað er boðskapurin hjá Onnu Falkenberg, fólkatingslimi fyri Sambandsflokkin, í eini almennari fráboðan í morgun.
Hon sigur, at tað er alt ið talar fyri, at nú er stundin komin til at gera broytingar í Ríkisfelagsskapinum.
Allir flokkar í løgtinginum vilja, at Føroyar fáa síni egnu umboð í altjóða felagsskapum, og vilja eisini staðfesta tey rættindi, Føroyar hava fingið. Og í Danmark tykist stjórnin eisini at vilja finna eina skilagóða loysn, sigur hon
– Vit skulu fylgja við tíðini, og tí er tað einasta rætta at skipa viðurskiftini í Ríkisfelagsskapinum av nýggjum, sigur Anna Falkenberg.
Líka síðani 1948, tá ið heimastýrislógin varð sett í gildið, hevur Ríkisfelagsskapurin ment seg, og føroyska samfelagið er í dag á sama stigið sum onnur norðurlond.
– Hóast menning, og hóast vit hava eina heimastýrislóg, sum hevur tænt okkum væl, er neyðugt við tillagingum. Og nú er stundin komin at fremja nakrar broytingar, sigur fólkatingskvinnan.
– Vit skulu ikki úr Ríkisfelagsskapinum, men karmarnir skulu nútímansgerast, sigur hon.
– Hesum sleppa vit ikki undan og tí mugu vit skipa viðurskiftini eftir tí veruleika, vit nú einaferð liva í, sigur Anna Falkenberg.
– Fremja vit ikki broytingarnar nú, fara vit at renna høvdið móti múrinum um ikki so langa tíð.
– Sambandsflokkurin hevur sum aðalmál at arbeiða fyri frælslyntari menning av Føroyum, sum er bæði búskaparlig, mentanarlig og stjórnarlig.
– Tí vilja vit átaka okkum uppgávuna at nútímansgera Ríkisfelagsskapin, og vit vilja eisini ganga undan í royndini at koma á mál, sigur fólkatingskvinnan fyri Sambandsflokkin.
Hon sigur, at tí er tað, at Sambandsflokkurin hevur vit lagt hugskotið fram um, hvussu vit kunnu blíva eitt sjálvstýrandi land í ríkinum.
– Tá ið eg eygleiði støðuna úr mínum sessi í Fólkatinginum, er eingin ivi um, at hetta er rætta løtan at fara undir at nútímansgera ríkisfelagsskapin, sigur Anna Falkenberg.
– Vit hava ongar ósemjur í Ríkinum, ið órógvar, og tí hava vit ein gyltan møguleika at finna eina góða loysn í frið og náðum.
– Danska stjórnin tykist at vilja fara langt í royndini at skipa viðurskiftini av nýggjum, og í Føroyum tosa allir flokkar um, at broytingar mugu gerast.
– Síðani okkara Sambandsflokkurin kunngjørdi ætlanina um Nýtt Samband, hava røddir verið frammi um, at tað letur seg ikki gera at blíva sjálvstøðugir limir í altjóða felagsskapum við tí loysn, sum vit hava skotið upp, sigur Anna Falkenberg.
– Vit hava fleiri dømi um, at lond ikki eru limir í ST, men kortini eru limir í altjóða og millumtjóða felagsskapum, leggur hon afturat.
Og hon vónar, at aðrir flokkar eisini fara at geva sítt íkast til kjakið - og fara at seta sjóneykuna á loysnir, heldur enn forðingar.