Ongi úrslit

Vit eru so nær okkara ríkidømi – kom í gongd og bora!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
6 tímar síðan

Føroyar hava í áravís havt rættin til egnu undirgrund, og vit vita í dag, at olja og gass eru at finna. Vit hava bara ikki rakt rætta staðið enn. Altjóða oljufeløg vísa aftur áhuga, men skattaskipanin ger okkum ikki nóg kappingarfør. Risastórar leiðir liggja beint hinumegin markið, so spurningurin er einfaldur: Skulu vit taka møguleikan, ella lata hann fara? Tit vita, hvat eg haldi, men eg noyðist at hava størri stuðul úr Løgtinginum.

 Í 1992 fekk føroyska fólkið fullan rætt til sína egnu undirgrund. Tá varð tann kenda undirgrundsavtalan gjørd millum táverandi løgmann, Atla P. Dam, og danska forsætismálaráðharran, Poul Schlüter.
Í 1999 varð semja gjørd við bretar um miðlinjuna. Hetta var eitt søguligt gjøgnumbrot. Føroyingar høvdu bíðað leingi eftir møguleikanum at kanna, hvat goymir seg undir havbotninum rundan um okkum – og í 2001 varð fyrsti brunnurin boraður.

Tilsamans vórðu níggju brunnar boraðir fram til 2014. Ongin av teimum gav framleiðslutøka nøgd av olju ella gassi, men nógv merki vórðu kortini staðfest: Olja og gass eru í føroysku undirgrundini. Vit hava bara ikki funnið tað rætta staðið – enn.

Eftir 2014 varð steðgað. Kostnaðurin fyri ein brunn var ómetaliga høgur – umleið 1,5 milliardir krónur – sammett við til dømis 30 milliónir aðrastaðni, har borað verður nær landi. Tað er eingin loyna, at tað ger føroyska økið minni lokkandi.

 Áhugin er komin aftur – men skattaskipanin haltar

Nú er áhugin kortini aftur vaknaður. Jarðfeingi arbeiðir miðvíst við nýggjum leitimiðum og heldur samband við oljufeløgini. Men hóast hetta er eitt stórt MEN: Vit fáa tey ikki at byrja aftur við leiting.
Hví? Tí skattaskipanin hjá okkum er ikki nóg kappingarfør.

Fólkaflokkurin royndi saman við andstøðuflokkunum at lækka kolvetnisskattin úr 27 niður í 18 prosent – tað sama sum vanligi partafelagsskatturin. Uppskotið fekk góðar móttøkur, men fall kortini. Og tað er spell. Tí um váðin er ov stórur í mun til møguligan vinning, so velja feløgini okkurt annað land. So einfalt er tað.

 Vit eru so ótrúliga nær

Samanberingar vísa eisini, hvussu nær vit eru stóru fundunum hjá grannunum. Bretar hava borað upp móti 150 brunnar vestanfyri Shetland, og talan er um stórar fundir heilt upp at markinum.

Rosebank – funnin í 2004 – liggur bara 11 km frá okkara sjómarki og telir eina hálva milliard tunnur av olju og gassi. Tað er ilt at trúgva, at okkara undirgrund skuldi vera tóm, meðan stórt ríkidømi liggur beint hinumegin.

Jarðfrøðina kunnu vit ikki broyta. Men vit kunnu broyta karmarnar. Og tað eigur at vera okkara felags skylda.

Vit kunnu senda altjóða oljuvinnuni eitt sterkt signal um, at Føroyar vilja vera við og taka ímóti nýggjum leitingarvirksemi. Ella vit kunnu seta okkum aftur, yppa økslunum og siga “Tað er harmiligt, at eingin tímir at koma her”. SJÁLVANDI IKKI!

 Oljan og gassið kunnu lyfta føroyska búskapin í fantastiskar hæddir:

  • Túsundtals arbeiðspláss, eisini vitanartung arbeiðspláss

  • Nýggjar útbúgvingarmøguleikar

  • Betri vælferðartænastur

  • Tunnlar og infrastruktur

  • Eitt skjótari grønt orkuskifti

Ja, tit lósu rætt: Oljan kann fíggja grønu framtíðina.

Í Norra vórðu boraðir 32 brunnar áðrenn olja varð funnin. Vestan fyri Shetland: 75. Í Barentshavinum: 90.

Vanliga verður sagt, at tað skulu borast 10 brunnar, áðrenn mann ger eitt fund. Vit hava borað níggju brunnar. So ein brunn afturat... 😉

Eitt land, sum vil standa á egnum beinum, kann ikki lata ein so stóran møguleika fara framvið. Tí skulu vit fara í gongd beinanvegin!!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
Fólkaflokkurin

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53