Ongi úrslit

Vinnarin er funnin og handanin er í morgin

Áki Bertholdsen
3. mars kl. 10:27

Tað bleiv bókin, Svørt Orkide, hjá Vónbjørt Vang, sum vann Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum í ár.

Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt ímillum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið í uppskoti til at fáa Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Tey trý verkini, sum vóru í uppskoti í ár, vóru Svørt Orkide eftir Vónbjørt Vang, Altartalvan eftir Jógvan Isaksen og Marta Marta eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs.

Og úrslitið var, at tað var Svørt Orkide, sum vann.

Kokkan 17 í morgin, mikudagin, verður Lesaravirðislønin handað á Landsbókasavninum.

Virðislønin er 30.000 krónur. Tiltakið er alment, umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og okkurt lítið ábit.

Hetta er triðju ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Virðislønin er sett á stovn fyri at varpa ljós á tær føroysku bøkurnar, sum á hvørjum ári verða mest lántar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum.

Men endamálið er eisini at geva lesarunum eina rødd og geva teimum høvi til at fagna teimum bókunum, sum hava verið mest útlántar.

Tær bøkurnar, sum eru í uppskoti, eru tær, sum hagtølini hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum vísa, eru mest útlántar, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

Í gjár kl. 18:41

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30