Á tíðindafundinum í FSF húsinum fyrrapartin í dag boðaði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari frá, hvørjum 23 spælarum hann hevur sent boð eftir at vera á landsliðnum, sum mitt í hesum mánaðinum fer suður til Kroatia at spæla síðsta HM undankappingardystin. Málið er at vinna pláss í HM endaspælinum næsta summar í USA, Kanada og Meksiko, segði landsliðsvenjarin og ásannaði, at møguleikin er ikki serliga stórur.
-Við virðing fyri okkum sjálvum mugu vit hava fokus á at vinna ímóti Kroatia og at taka av, um tað vísir seg, at Gibraltar megnar at taka stig frá Kekkia, segði landsliðsvenjarin.
Ikki óvæntað so var Viljormur Davidsen millum teir 23, sum fingu landliðsboð. Viljormur var hjastaddur á tíðindafundinum. At spælari er hjástaddur plagar at vera ábending um, at hann fer at eiga týdningarmiklan leiklut.
Viljormur sat á beinkinum, tá ið Føroyar í síðsta mánað vunnu 4-0 á heimavølli ímóti Montenegro. Tá ið Føroyar tríggjar dagar seinni vunnu 2-1 á heimavølli ímóti Kekkia, var Viljormur aftur á bakkinum. Landsliðsvenjarin segði, at tá ið tað varð roknað við, at Føroyar fóru at vera meiri í verjustøðu ímóti Kekkia enn ímóti Montenegro, so var Viljormur rætta valið ímóti Kekkia. Hann avloysti Martin Agnarsson, sum í 80. minutti varð skiftur inn í meiri framrættaðan leiklut, og sum skoraði 2-1 sigursmálið í 81. minutti.
Í Kroatia vera Føroyar heilt víst nógv í verjustøðu, og tí kann tað roknast við, at Viljormur verður vongverji í vinstru. Um hann verður á liðnum, so verður Viljormur liðformaður, tí Hallur Hansson er ikki í hópinum, og Viljormur hevur verið næstur í røðini.
Í síðstu viku boðaði NSÍ frá, at felagið hevur skrivað undir trý ára sáttmála við Viljorm Davidsen, sum harvið flytur frá HB, har hann hevur verið í trý ár.
-Eg havi trivist væl í HB, men dreymurin hevur altíð verið aftur at umboða barndómsfelagið, sum eg spældi tríggjar landskappingardystir fyri í 2012, áðrenn eg fór av landinum at spæla fótbólt, sigur Viljormur Davidsen.
-Eg fegnist um møguleikan at spæla við NSÍ í trý ár, og eg vóni, at tað fer at eydnast at vinna FM við NSÍ. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður í 2026. Vit fara at gera okkara besta. Í 2027 fyllir felagið 70 ár. Í 2007, tá ið felagið rundaði tey 50, eydnaðist tað at vinna fyrsta og higartil einasta FM heitið, so nú fáa vit at síggja, men hetta er bæði motiverandi og spennandi.
Tú verður 35 19. juli í 2026. Tú hevur gott mót at skriva undir sáttmála, sum fevnir um trý ár?
-Um tú venur nógv og ikki verður skaddur, so hevur aldurin einki at siga. Tað snýr seg um hugin og umstøðurnar annars. Hugurin at spæla hevur ongantíð verið betur, enn hann er nú, og familjan og baklandið annars bakka væl upp, sigur Viljormur Davidsen, sum ikki hevur hugsað um at gevast á landsliðnum:
-Eg eri fegin hvørja ferð venjarin sendir boð eftir mær. Tað er heiður at umboða føðilandið, og felagsskapurin er sera góður, og tað ger tað uppaftur hugaligari, nú tað gongur so væl.
Hugsar tú um, at tað ikki er so langt fram til 100 landsdystir?
-Eg var fegin at spæla nummar 90 ímóti Kekkia, og eg verði takksamur fyri allar teir, sum leggjast aftrat. Hvussu nógvir teir vera, fer tíðin at vísa, og so leingi, sum venjarin vísir mær álit, so fegnist eg, sigur Viljormur Davidsen.