Sum vit áður hava skrivað, varð illa gitni hvalaveiði-mótstøðumaðurin, Paul Watson, handtikin í Grønlandi 21. juli.
Hann varð handtikin tí at myndugleikarnir í Japan hava eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á hvalaveiðufólk í 2010.
Ákæruvaldið í Grønlandi førdi hann fyri rættin við kravi um, at hann varð varðhaldsfongslaður fyri at tryggja, at hann ikki varð rýmdur, skuldi myndugleikarnir í Japan biðið um at fingið hann útflýggjaðan.
Tað var dómarin samdur við ákæruvaldinum í og sostatt varð Paul Watson varðhaldsfongslaður til 15. august, sum er næsta hósdag.
Síðani hevur Japan biðið um at fáa Paul Watson útflýggjaðan. Men næsta hósdag skal Paul Watson so aftur fyri rættin, men tá verður tað ikki fyri at taka støðu til um hann skal útflýggjast nakrastaðni, ella ikki.
Tá ið Paul Watson verður førdur fyri rættin næsta hósdag, verður tað fyri at taka støðu til um hann framhaldandi skal sita í varðahaldi í nakrar vikur afturat, ímeðan málið um at útflýggjað hann, verður viðgjørt, sigur løgreglan í Grønlandi.