Fiskidagaskipanin, vit brúka í dag at umsita fiskiskapin undir Føroyum, eigur at verða avtikin.
Tað halda tey í Búskaparráðnum.
Tvørtur ímóti halda tey, at vit eiga at leggja um til eina kvotuskipan, tí tey halda, at. tað er ein betri máti at stýra veiðitrýstinum upp á.
Úrslitið av okkara fiskidagaskipan er, at skip fáa eitt ávíst tal á fiskidøgum. og kunnu fiska so nógv tey kunnu teir dagarnar tey hava. Fyrimunurin við hesi skipanini er, at alt, sum verður fiskað, verður avreitt og kemur til høldar.
Tey, sum halda, at kvotuskipanin ikki er ein brúkilig skipan, siga, at skipini sum fiska undir Føroyum, fáa øll møgulig fiskasløg á sama túri. Og tey ivast ikki í, at við eini kvotuskipan verður avleiðingin tann, at skip fara at tveita fisk fyri borð aftur, sum tey ikki hava kvotu til, ella har tey longu hava fiskað kvotuna.
Men Búskaparráðið sigur, at vansin við fiskidagaskipanini er, at ein ikki fær stýrt veiðitrýstinum eftir ávísum fiskasløgum.
Til dømis er vandi fyri, at tá ið prísurin á toski er so mikið høgur sum í løtuni, fara skipini einans leggja seg eftir at fiska tosk. Við hesum gerst veiðitrýstið eftir toski ov høgt.
Serliga toska-, hýsu-, og eisini í ein ávísan mun upsastovnarnir undir Føroyum, eru staðbundnir stovnar, og tað, sum hvørt ár verður tikið úr stovnunum, hevur ávirkan á støddina á stovnunum.
Tí hevur veiðitrýstið týdning fyri støddina á tí varandi íkasti, sum fiskastovnarnir kunnu geva føroyska búskapinum.
Endamálið við at avmarka veiðitrýstið er fyrst og fremst, at fiskastovnarnir skulu geva størst møguligt búskaparligt avkast til samfelagið í longdini.
Lívfrøðiligu umstøðurnar kunnu ikki beinleiðis stýrast, men hvussu nógvur fiskur verður tikin úr stovninum um ári, kann, og eigur, at verða stýrt, sigur Búskaparráðið.
– Tað er meira skynsamt at hava kvotur, heldur enn fiskidagar, so mark kann setast fyri nøgdina, ið verður fiskað.
– Lond, sum vit samanbera okkum við, brúka kvotur at stýra veiðitrýstinum. Sostatt er kvotuskipaniar ikki fremmandar fyri føroyskar reiðarar og føroyskar skiparar, tí bæði fiskiskapurin eftir uppsjóvarfiski og fiskiskapurin í Barentshavinum, eru stýrdir við kvotum.
– Fiskiskapurin, ið verður stýrdur við kvotum, gevur stór yvirskot, men fiskiskapur, ið verður stýrdur eftir fiskidøgum, gevur hall ella smá yvirskot, sigur Búskaparráðið.