Ongi úrslit

Vilja aftur lætta um hjá pinkubarna-foreldrum - og kanska lækkar gjaldið

Áki Bertholdsen
18. november kl. 14:15

Hesi seinastu trý árini hevur inngjaldið til barsilsskipanina verið væl størri enn útgjøldini hava verið.

Hesi trý árini hevur barsilsskipanin sostatt havt 25-38 milliónir í avlopi um árið, og tilsamans hevur Barsilsgrunnurin nú slakar 85,2 milliónir á kistubotninum.

Nú fíggjarlógin er til viðgerðar, metir Landsstýrið, at sostatt er haldførið hjá Barsilsskipanini langtíðartryggjað.

Sostatt ætlar Landsstýrið - einaferð næsta vár - at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera enn fleiri ábøtur á Barsilsskipanina fyri at bøta um umstøðurnar hjá pinkubarna-foreldrum.

Enn er ikki greitt akkurát, hvørjar ábøtur talan er um. Men í hesum sambandið verður somuleiðis kannað um tað ikki eisini ber til lækka inngjaldið í sama viðfangi.

Í løtuni rinda løntakarar 0,86 prosent av lønini í Barsilsskipanina, og arbeiðsgevarar rinda somuleiðis 0,86 prosent av útgoldnu lønunum í skipanina.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48