Ongi úrslit

Vil hava Vørn at kanna allar hvalvágir fyri útgerð sum styggir hval

Ragnar Jacobsen, formaður í Grindamannafelagnum
1 tími síðan

Fyri nøkrum vikum síðan bleiv útgerð, at styggja hval funnin á havbotninum sunnanfyri Hvannasund.

Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, og tí er málið latið løgregluni.

Havandi í huga tey mongu mótmælini, sum hava verði í móti føroysku grindaveiðuni seinastu árini, er nærliggjandi at hugsa, at tað eru aktivistar umboðandi útlendskar djóraverndarfelagsskapir, ið hava lagt hesa útgerð út.

Hvannasund er ein av fleiri hvalvágum í Føroyum, og vit vænta at sama slag av útgerð er løgd út í øðrum firðum í Føroyum. Tí vilja vit heita á Vørn, um at seta í verk eina kanning av, um hendan útgerð liggur á botni aðrastaðnis í Føroyum. Serliga verður hugsa um økir, uttan fyri okkara hvalvágir.

Hettar er eitt avrit, av brævi, sum er sent til viðkomandi mynduleikar og til tykkara kunning.

Vegna Grindamannafelagið

Ragnar Jacobsen

Formaður

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Heiðrað fyri at taka eitt ódnartak

2. mai kl. 09:06