Ongi úrslit

Víkingur er nú í Vendsyssel

Ari Olsen hevur skrivað undir sáttmála, sum fevnir um tíðarskeiðið fram til á sumri í 2027

Jóannes Hansen
11 tímar síðan

Ari Olsen verður ikki at síggja á liðnum hjá Víkingi í 2026. Tað hevur leingi ligið í luftini, at hann fór at royna seg í donskum fótbólti, og nú boðar Vendsyssel FF frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Ara Olsen, sum seinastu vikurnar hevur royndarvant í felagnum. Sáttmalin er galdandi fram til á sumri í 2027.

Í vetrarsteðginum er Vendsyssel á 6. plássi í 2. deild, sum er triðbesta deildin í Danmark.

27 ára gamli Ari Olsen hevur sambært FaroeSoccer spælt 207 dystir í bestu føroysku landskappingini og 24 dystir í kappingini um løgmanssteypið. Í 2020 flutti hann úr barndómsfelagnum á Skála og til Víking, har hann eisini hevur spælt 11 dystir í Europa.

Í síni tíð var Ari Olsen 16 ferðir á U-21 landsliðnum.

-Í royndarvenjingini hava vit sæð, at Ari er sera arbeiðssamur og viljasterkur, og vit rokna nógv við honum, sigur Jens Hammer Sørensen ítróttarstjóri við heimasíðuna hjá Vendsyssel FF.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

14 tímar síðan