Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum. Í øldir er grundarlag lagt fyri okkara vælferðarsamfelagi við hørðum arbeiði, samanhaldi og við virðing fyri undanfarnum og komandi ættarliðum.
Tað er lætt at taka vælferð tryggleika fyri givið, tá ein er føddur inn í eitt ríkt samfelag, sum undanfarin ættarlið hava bygt. Men kyndilin er latin okkum, sum nú liva á hesum oyggjum. Okkara lutur er at menna samfelagið í dag og í framtíðini. Men hvussu gera vit tað?
Tilfeingið er ríkt, men framskygni skal til
Vit hava góð kort á hondum. Í Føroyum er eitt ríkt menniskjaligt tilfeingi, og náttúrutilfeingið er somuleiðis ríkt. Og vit hava ment førleikar at tillaga okkum og at bróta upp úr nýggjum. Og vit hava ein ríkan andaligan og mentanarligan kapital. So grundarlagið er gott.
Men vit mugu ikki taka fyri givið, at vit eisini í framtíðini hava eitt ríkt og trygt samfelag. Ein grundfyritreyt fyri at menna samfelagið er, at vit hava góðar, djarvar og framskygdar leiðarar á øllum økjum, ikki minst í ovasta lagnum. Í Landsstýri, Løgtingi og kommunum.
Hvat er strategiskt framskygni?
Framtíðin opin. Hon er ikki rist í stein, og tí kunnu vit vera við til at skapa og mynda hana í dag. Vit kunnu skapa hana heldur enn bert at reagera upp á tað, sum hendir. Hetta er kjarnin í strategiskum framskygni.
Strategiskt framskygni er ein førleiki at arbeiða við møguleikarúmum, óvissum og avgerðum. Strategiskt framskygni er partur av framtíðafrøði (en: futures studies), sum er lutfalsliga nýtt fakøki, sum verður alsamt meira virt. Ásannað verður, at neyðugt er at fyrireika seg væl til framtíðina. Og neyðugt er at arbeiða skipað við óvissum, risarákum (megatrends) og møguleikum. Við at hugsa langskygt, kunnu vit taka betri avgerðir í dag.
Framskygni skal raðfestast og er ein førleiki, sum støðugt eigur at verða mentur. Hetta er galdandi fyri myndugleikar (land og kommunur), vinnulív og samfelagið sum heild. Og fyri okkum einstaklingar kann framskygni hjálpa okkum at síggja í tøkum tíma vandar og møguleikar, og eisini hjálpir framskygni at taka betri avgerðir.
Risarák í Føroyum
Á samfelagsstigi er nøkur greið risarák, sum vit í Føroyum eiga avgjørt at taka við í politikksmíð og menningina av samfelagnum. Her eru fimm dømi um risarák:
• Broytt fólkasamanseting
• Veðurlagsbroytingar
• Burðardygd
• Tøknimenning (serliga vitlíki)
• Óvissur og broytingar í altjóða skipanini
Hesi risarák rúma bæði hóttanum og møguleikum — og tí mugu vit arbeiða skipað og langskygt við teimum. Endamálið er at menna samfelagið og skapa eina burðardygga framtíð fyri okkara land.
Framskygni í politisku skipanini
Løgtingið og Landsstýrið kunnu arbeiða nógv meira strategiskt og framskygt við atliti at tryggja vælferð og framgongd fyri øll í Føroyum í einum broyttum og óstøðugum heimi. Um vit lata standa til og bert gerast áskoðarar á altjóða pallinum, fara óteljandi møguleikar aftur við borðinum.
Í Finlandi, sum vanliga er toppskorari í fleiri OECD-uppgerðum, hevur tjóðartingið í meira enn 30 ár havt eina fasta framtíðanevnd, sum varpar ljós á møguleikar og hóttanir, sum eru viðkomandi fyri finska samfelagið. Hetta skapar stórt virði og er við til at gera lógarsmíð og politikksmíð framtíðagrundað og meira haldført. Hesum kundi vit avgjørt lært nakað av! Hví ikki seta eina Løgtingsins framtíðanevnd? Og í Landsstýrinum hevði verið skilagott at stovna eina framskygniseind (foresight unit) sum part av Løgmansskrivstovuni.
Lasse Jonasson frá Copenhagen Institute for Futures Studies lýsir her væl samfelagstørvin og nyttuna av langskygni:
“At eggja til eitt skifti móti langtíðarhugsan kann hjálpa samfeløgum at fyrireika seg betur til framtíðaravbjóðingar og tryggja ein meira burðardyggan og rættvísan vøkstur. Hetta skiftið er avgerandi í at handfara tær spakuliga vaksandi avbjóðingarnar, sum stuttskygdur politikkur vanliga ikki gevur sær far um.”
At brúka fortíð, nútíð og framtíð
Vanligt er at býta tíðir í trý: fortíð, nútíð og framtíð. Strategiskt framskygni snýr seg um framtíðina, um visjónera hugsan, men strategiskt framskygni er ikki leyst av fortíð og nútíð. Vit eiga at læra av søguni, siðvenju og teimum royndum, sum eru gjørdar ígjøgnum tíðina. Og tað merkir eisini, at vit hava innlit í nútíðina og eina grundleggjandi fatan av teimum dynamikkum, sum ávirka og mynda nútíðina. Búgvið strategiskt og framskygt arbeiði sameinir og brúkar vitan úr fortíðini, nútíðini og framtíðini til at skapa virði og gera mun fyri einstaklingar, organisatiónir og alt samfelagið.
Framtíð og vón
Strategiskt framskygni snýr seg um framtíðina, ikki um eina ávísa framtíð, sum vit ikki kunnu gera nakað við. Arbeitt verður við støði í teirri grundfatan, at tað finst ikki ein ávís føst framtíð, men at tað eru fleiri møguligar framtíðir, framtíðir í fleirtali. Hetta merkir, at tað finst eitt møguleikarúm, fleiri alternativar framtíðir, og at tað ber til at mynda og skapa framtíðina við støði í einari visjón, einari ynsktari framtíðarstøðu.
Tí hoyra vón og strategiskt framskygni neyvt saman. Vón er eitt grundkor fyri lívsdrivi og menning hjá menniskjum. Hesin framskygdi arbeiðsháttur varpar ljós á møguleikarúm, at tað er ikki bara møguligt, men eisini ynskiligt at samskapa eina bjartari framtíð. Og at hetta er møguligt við strategiskum amboðum og hugsanarhátti, sum er grundaður á eyðmjúkleika, samstarv og forvitni.
Nú vit stíga inn í eitt nýtt ár, er hetta gott høvi at steðga á og grunda á tað, sum farið er, støðuna júst nú og á framtíðina. Tað er vísdómur at seta sær djørv og framskygd mál og at arbeiða fram ímóti teimum, stig fyri stig.
Okkara forfedrar hava bygt hetta land, og vit byggja víðari í dag og í framtíðini. Hvussu byggja vit okkara land? Mítt boð er, at vit byggja land við framskygni og vón.
Rúni Rasmussen
Keldur og viðkomandi tilfar
Angela Wilkinson: Strategic Foresight Primer. European Political Strategy Centre, 2017.
Inter-Parliamentary Union: How Committees of the Future address emerging challenges. IPU, 2025.
Lasse Jonasson: How to leverage foresight to address the transformational challenges ahead? World Economic Forum, 2024.
Patricia Lustig: Strategic Foresight. Learning from the Future. Triarchy Press, 2017.