Ongi úrslit

Verkfall: Fara at viðgera støðuna hósdagin  

Nevndin í Starvsfelagnum fer at viðgera støðuna - eisini um tey skulu fara í samhugaverkfall

Áki Bertholdsen
3. juni 2024 kl. 16:45

Í gjár og í dag hava vit frætt í KvF, at hondverkarar fara ikki í samhugaverkfall við arbeiðararafeløgunum. 

Eitt annað av teimum stóru fakfeløgunum er Starvsfelagið, og Súni Selfoss, formaður sigur, at tey fara at hava fund hósdagin, har tey fara at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum.

Ein spurningur, sum eisini verður tikin upp, er spurningurin um tey skulu fara í samhugaverkfall við arbeiðarafeløgunum. 

Súni Selfoss sigur, at verður niðurstøðan, at tey skulu fara í samhugaverkfall, verður helst talan um eitt 24 tíma samhugaverkfall, sum skal boðast frá 48 tímar frammanundan. Men alt tað skal støða takast til hósdagin.

Hann sigur eisini, at verður talan um samhugaverkfall, verða tað limirnir, sum eru løntir eftir sáttmálanum við Vinnuhúsið, sum fara í verkfall.

Tað eru limirnir hjá Starvsfelagnum í almennu partafeløgunum, Posta, Vága Floghavnm Føroya Tele, o.s.fr.

Hann sigur eisini, at tá ið limir felagsins eru í verkfallli, ella samhugaverkfalli, hava teir altíð fingið endurgjald frá felagnum fyri tað, og verður farið í samhugaverkfakk nú, verður tað einki undantak.

Annars var ein grund fyri, at hondverkarar ikki fóru í samhugaverkfall, at so mistu teir løn, tí hondverkarafeløgini kundu ikki rinda limunum endurgjald fyri eitt samhugaverkfall av hesum slagnum.

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

14 tímar síðan