Verður ikki vístur av landinum kortini

Løgreglan hevði varhugan av, at pappírini vóru ikki ílagi - men tað vóru tey

Áki Bertholdsen
8. januar 2025 kl. 11:15

Sum vit skrivaðu í gjár, tók løgreglan ein ferðamann, sum var komin við Norrønu í gjáramorgunin.

Hann varð tikin, tí løgreglan fekk illgruna um at pappírini vóru ikki ílagi. Tí varð hann settur í varðahaldið ímeðan løgreglan fekk greiði á støðuni.

Og tað fingu tey seinni í gjár, og tað vísti seg, at innferðarloyvið og øll onnur pappír, vóru eftir forskriftunum, so maðurin varð leyslatin aftur og kann vera í Føroyum.

Hann var úr Algeria og var komin til Føroya at vera við familjuni, konu og børnum.