Ongi úrslit

Veðrið um jólini

© Cimbrer
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, turt og sum frá líður smáskýggjað. Í nátt gongur hann niður í útsynning og veksur upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, framvegis smáskýggjað og turt. Hitin í dag 5 til 10 stig, men út á kvøldið og í nátt niður í 2 til 7 stig.

Mikudagin - jólaaftan

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og turt. Sum frá líður í støðum upp í strúk, 13 m/s, tað dregur á luftina men framvegis yvirhøvur turt. Hitin 5 til 10 stig.

Hósdagin - jóladag

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig.

Fríggjadagin – annan jóladag

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Út á kvøldið hækkar ættin upp í útnyrðing og um náttina minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 9 stig, men um náttina niður í 3 til 8 stig.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 8 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37