Ongi úrslit

Veðrið darvar flogferðsluni

Ragnar Sjurðarson
5 tímar síðan

Illfýsna veðrið hevur í dag darvað flogferðsluni til og úr Vágunum. Flogfarið hjá Atlantic Airways, ið skuldi fara til Keypmannahavnar klokkan 17.35, varð avlýst orsakað av ringum veðri.

Eisini eitt flogfar, sum skuldi koma úr Keypmannahavn seinni í kvøld, er avlýst av somu orsøk.

Hóast hálku, kava og vind hevur flogferðslan annars gingið væl fyrr í dag. Fimm flogfør eru lend, og fimm flogfør eru farin úr Vágum. Men tá veðrið versnaði út á kvøldið, varð neyðugt at avlýsa seinastu flogferðina og lendingina.

Hált er annars um landið í kvøld, og Landsverk hevur heitt á bilførarar um at koyra varliga.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember 2025 kl. 22:00

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaðar umkoll av kongaligum lívverja

Í gjár kl. 20:51

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember 2025 kl. 09:48

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08