Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, seinnapartin og í kvøld strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Í nátt minkandi niður í frískan vind upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og kavaæl, í støðum heglingur. Hitin millum -4 og 2 stig.
Leygardagin
Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin -3 til 2 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og kavaæl, í støðum heglingur. Hitin -3 til 2 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s. Eitt skiftið lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað og turt, kanska okkurt kavaælið. Hitin -3 til 2 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt kavaælið. Hitin -3 til 2 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. Sum frá líður veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn. Tað verður lýggjari, millum 3 og 8 stig.