Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
9. februar kl. 12:21

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.
Í nátt trilkar til frískan vind upp í strúk og gongur upp í eystan, 8 til 13 m/s. Framvegis samdrigið og ælaveður, í støðum grov æl. Hitin 2 til 7 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Samdrigið við regni og ælaveðri, um náttina eisini við kava ella vátakava. Hitin 2 til 7 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í strúk eystan, men sum út á dagin gongur upp í landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, sum frálíður vátakavi ella kavi. Hitin 2 til 5 stig, um kvøldið og náttina kaldari, millum -2 og 3 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Skýggjað ella skiftandi skýloft og kavi. Hitin -3 til +3 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og kavaæl.  Út á náttina minkar vindurin til lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og kavaæl. Hitin -2 til +3 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Sum frálíður veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk og gongur upp í vestan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin -1 til +4 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

16 tímar síðan