Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Seinnapartin minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Í kvøld fer ættin fyrst upp í norðan. Seinni minkar hann vindin niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Sum frá líður verður tað hálvskýggjað við onkrum kavaælum. Hitin -3 til 2 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og kanska okkurt einstakt kavaæl. Út á dagin veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind eystan og av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið við kava ella kavaælaveðri. Hitin veksur upp ímillum frostmarkið og 5 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 8 til 15 m/s, samdrigið við kava ella kavaælum. Um kvøldið og um náttina niður í lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin 1 til 6 stig, men um náttina í støðum niður undir frostmarkið.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind sunnan og av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin 1 til 6 stig.
Leygardagin
Frískt lot upp í strúk millum landsynning og sunnan, 5 til 13 m/s, sum eitt skiftið út á kvøldið minkar niður í lítið lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, men veksur síðan upp í frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin 2 til 7 stig, um náttina í støðum um frostmarkið.
Sunnudagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum frá líður veksur hann vindin upp í frískan vind ella strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn, kanska við vátakava í støðum. Hitin 2 til 7 stig.