Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Smá- ella hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Seint seinnapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld veksandi vindur av landsynningi, tað dregur á luftina og okkurt ælið. Í nátt frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Um kvøldið minkar vindurin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, og um náttina slítur í til ælaveður. Hitin 4 til 10 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn. Seinnapartin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 9 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað, sólglottar og bert okkurt ælið. Um kvøldið frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og sum frálíður ælaveður. Hitin 6 til 9 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður. Út á dagin gongur hann vesturum til vestan, hálvskýggjað, sólglottar, bert okkurt ælið. Hitin 6 til 9 stig.

Sunnudagin

Frískur vindur upp í strúk vestan, 6 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 2 til 6 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

Í gjár kl. 18:41

Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?

8. apríl kl. 11:38

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30