Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Tá líður á seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. og í kvøld slítur í – tó okkurt ælið í støðum. Í nátt frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, men fram ímóti morgni minkar hann niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hitin 5 til 9 stig.
Leygardagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Um kvøldið gongur hann upp í útnyrðing og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 5 til 9 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin kemur hann høgt og minkar vindin sum frá líður niður lítið lot, minni enn 5 m/s, enn samdrigið men yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið í støðum. Um kløldið og náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt. Hitin 5 til 9 stig.
Týsdagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og turt. Hitin 5 til 9 stig.
Mikudagin
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og turt. Hitin 6 til 10 stig.