Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Lot til frískt lot millum norðan og landnyrðing, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft við sólglottum og onkrum æli í støðum. Í kvøld lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Í nátt vaksandi til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 1 til 6 stig.

Hósdagin

Veksandi vindur eystan úr frískum loti upp í frískan vind, 5 til 10 m/s, á morgni upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, seinnapartin. Samdrigið og ælaveður á morgni, fram ímóti nógv avfall við regni ella kava. Um náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og ælaveður við regni ella kava. Hitin 1 til 7 stig.

Fríggjadagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Seinnapartin veksur vindurin upp í strúk í vindi ella skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn ella kavi. Um náttin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin 1 til 6 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og kavaælaveður. Hitin 1 til 5 stig.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og kavaælaveður. Hitin 1 til 5 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot av útnyringi, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt. Seinnapartin gongur hann niður í útsynning og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og sum frá líður samregn. Um náttina gongur hann upp í vestan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 8 stig.   

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Heiðrað fyri at taka eitt ódnartak

2. mai kl. 09:06