Forsøgn galdandi til týsmorgunin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, sum í kvøld og í nátt minkar niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin -3 til 2 stig.
Týsdagin
Út á dagin veksur hann vindin upp í frískan vind ella skrið av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið við kava ella kavaælum. Út á kvøldið og um náttina niður í lítið lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft við kavaælum. Hitin -3 til 2 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað við kavaælum; tó eitt skifti seinnapartin upp í frískan vind ella strúk av landnyrðingi og eystri, 8 til 13 m/s, samdrigið við kavaælum. Hitin um dagin millum frostmarkið og 5 stig, um náttina millum -3 og 3 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað við kavaælum. Hitin -3 til 4 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið minkar niður í lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað við eitt sindur av kava. Um náttina niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin -3 til 4 stig.
Leygardagin
Frískur vindur upp í strúk millum útsynning og sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið við kava. Um kvøldið og um náttina veksur vindurin upp upp í hvassan vind ella skrið millum sunnan og landsynning, 15 til 20 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 1 til 6 stig