Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað, stundum smáskýggjað, og kavaæl. Hitin millum -3 og +2 stig. Í nátt framvegis lot til frískt lot, men hann gongur so líðandi eystur í landnyrðing, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og ælaveður við kava. Kalt, millum -4 stig og 2 stig.
Fríggjadagin
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og hendinga kavaæl. Hitin millum -2 og +3 stig.
Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Um kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Um náttina trilkar til frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, tað dregur á luftina til samdrigið og tað verður avfall við regn ella vátakava. Hitin -1 til +4 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og avfall við regn ella váta. Fyrrapartin lot til frískt lot, men hann hækkar upp í vestan, 3 til 8 m/s. Tað klárnar til smáskýggjað, og bert okkurt ælið. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. Um kvøldið veksur hann vindin til frískt lit til frískan vind, og hækkar upp í landnyrðing, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum -1 og 3 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í strúk landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og kavaæl. Um náttina frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s. Hitin -2 til +2 stig.
Mánadagin
Strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skiftandi skýloft og kavi. Hitin -3 til +2 stig.
Týsdagin
Strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Út á dagin minni vindur. Um kvøldið frískan vind upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og kavi. Hitin -3 til +2 stig.