Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
8. februar kl. 12:29

Forsøgn galdandi til mánamorgunin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s, samdrigið við regni og ælaveðri. Hitin 3 til 8 stig.

Mánadagin

Lot til frískt lot millum landsynning og eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið við regni og ælaveðri. Út á kvøldið og náttina frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, framvegis samdrigið við regni og ælaveðri. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið við regni og ælaveðri, um náttina eisini við kava ella vátakava. Hitin 2 til 7 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Um morgunin samdrigið, men sum frá líður skiftandi skýloft og stundum kavi ella kavaælaveður. Hitin 0 til 5 stig, um náttina niður í -2 til +2 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað ella skiftandi skýloft og kavi. Hitin -3 til +3 stig.

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft við kava. Hitin -2 til +3 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

16 tímar síðan