Ein ógvuslig eldvanlukka hevur kravt lívið á umleið 40 fólkum og sært umleið 115 fólk á sveisiska skíðsportsbýnum Crans-Montana nýggjársaftan.
Tað boðaðu myndugleikarnir í Sveis frá á tíðindafundi í kvøld.
– Hetta er ein av ringasta sorgarleikunum, sum nakrantíð hava verið í okkara landi, segði sveisiski sambandsforsetin, Guy Parmelin.
Eldurin kyknaði umleið klokkan hálvgum eitt á barrini Le Constellation, og enn er óvist, hvat orsøkin var til hann.
Offruni skulu nú eyðmerkjast. Millum teirra eru eisini útlendingar, men tjóðskapur teirra er ikki kunngjørdur enn. Seint í kvøld boðaði franska uttanríkisráðið frá, at átta franskir ríkisborgarar eru saknaðir eftir eldsbrunan.
– Uttanríkisráðið hevur samband við sveisisku myndugleikarnar við tí fyri eyga, at fáa greiðu á um danir eru við í vanlukkuni, skrivar danska uttanríkisráðið.
Myndugleikarnir í Sveis ávara um, at tað fer at taka tíð at eyðmerkja ofrini – millum annað orsakað av álvarsligum bruna.