Tað skal ikki vera loyvt hjá vanligum handlum og kioskum at selja sigarettir og aðrar tubbaksvørum.
Tað halda næmingar í 9. flokki í Runavík.
Í næstu viku er ungdómsting í Løgtinginum og har fara næmingar úr sjey skúlum kring landi at virka sum akkurát sum vanlig løgtingsfólk í t veir dagar.
Eitt av uppskotunum, Ungdómstingið fer at viðgera, er frá 9. c í Runavíkar Skúla og tey hava skotið upp, at sølan av sigarettum, og øðrum tubbaksvørum, skal avmarkast munandi.
Tey halda nevniliga, at vanligir handlar og kioskir, skulu ikki longur hava loyvi til at selja sigarettir og aðrar tubbaksvørur.
Sostatt halda tey, at tað skal bara vera Rúsan, umframt tollfría sølan á flogvøllinum í Vágum og tollfría sølan á Norrønu, sum skulu hava loyvi at selja tubbaksvørur.
Tey vísa á, at hesi seinastu nógvu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at minka um nýtsluna av tubbaki, serliga millum ung.
Men í dag kunnu so at siga øll sølustøð selja tubakk treytað av, at keyparin er 18 ár ella eldri.
– Men í nógvum sølustøðum er tað púra vanligt, at ung, heilt niður í 14 ár, sita við kassan, siga tey.
– Hetta hevur við sær ta margháttligu støðu, at ung, ið ikki sjálvi hava aldur til at keypa tubbak, kunnu selja tubbak.
– Tað hevur eisini við sær, at hesi somu ungu kunnu koma í ta støðu, at tey skulu krevja samleikaprógv frá - og kanska enntá nokta fólki, ið eru eldri enn tey sjálvi - at keypa tubbak.
Tey halda, at fyri at koma hesum óhepnu støðum til lívs, og fyri at tryggja, at tað bert eru tey, ið eru 18 ár og eldri, ið sleppa at keypa tubbak, eigur tað at verða munandi avmarkað, hvør kann selja tubbak.
Tí halda tey, at tað skal bara verða loyvt at selja tubbak í Rúsdrekkasølu Landsins, umborð á Norrønu, og øðrum ferðamannaskipum í millumlanda sigling, og í tollfríu sølubúðini á flogvøllinum.
Hetta hevur við sær, at møguleikarnir fyri at keypa tubbaksvørur verða á leið teir somu sum at keypa rúsdrekka, siga tey
Hóast hetta kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri handlar og sølubúðir, halda tey, at endamálið er so mikið týdningarmikið, at broytingin eigur at verða gjørd kortini.