Enska fótbóltsfelagið, Manchester United hevur sagt venjaran úr starvi. Tað boðar felagið frá í morgun.
Tað eru 14 mánaðir síðani, at Ruben Amorim varð settur í starv og nú er hann koyrdur.
Tað verður fyrrverandi Manchester United leikarin, Darren Fletcher, sum verður fyribils venjari og fyrsta uppgáva hansara verður mikukvøldið í dystinum ímóti Burnley.
Amorim hevur verið umstríddur venjari, serliga tí, at hann hevur tvíhildið um at spæla við trimum í verjuni, hóast serfrøðingar hava víst á, at hann ikki hevur spælarar til ta skipanina, men at hann átti at laga spæliskipanina til teir leikarar hann hevur. Miðlar hava eisini boðað frá, at støðan ímillum hann og leiðsluna hevur verið spent.
Miðlar skriva eisini, at hann er tann venjarin í united síðani 1972, sum hevur havt lakastuka úrtøkuna, tí eftir 50 dystum við róðrið, er úrtøkan 1,43 stig í miðal.