Ongi úrslit

Týskland er í finaluni

Klokkan 19.30 fara Danmark og Ísland at spæla um hitt finaluplássið

Jonhard Hammer
17 tímar síðan

Týskland verður annað liðið í EM finaluni í manshondbólti. Tað er greitt, eftir at Týskland í kvøld vann hálvfinaluna móti Kroatia 31-28. Hálvleiksstøðan var 17-15 til Týskland.

Í fyrra hálvleiki gekk tað javnt á, inntil Týskland síðstu løtuna undan steðginum økti um leiðsluna.

Fyrstu løtuna eftir steðgin økti Týskland um leiðsluna til seks mál, og so lá tað í luftini, at Týskland fór at vinna.

Síðstu løtuna minkaði Kroatia um munin, men hann varð ongantíð minni enn trý mál.

Í finaluni sunnukvøldið fer Týskland at spæla móti vinnaranum av dystinum millum Danmark og Ísland, sum verður klokkan 19.30 í kvøld.

Fyrr í dag vann Portugal dystin um fimta plássið 36-35 móti Svøríki. Portugal skoraði sigursmálið í síðsta sekundi.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

Í gjár kl. 16:06