Tvøroyrar býráð hevur fult álit á verkætlanini hjá partafelagnum Suðuroyartunnilinum, løgmanni og politiska fylgibólkinum.
Tað sigur Tvøroyrar Býráð í eini viðmerking til Løgtingið, nú málið um Suðuroyartunnil liggur í Løgtinginum.
Tey hava serliga fimm grundgevingar fyri, at tunnilin skal gerast nú.
1. Fast samband skapar vøkstur: Suðuroyartunnilin fer at binda Suðuroynna í restina av Føroyum og fer at geva betri atgongd til útbúgvingar, arbeiði og vinnulív.
2. Støðufesti og trygd: Ein undirsjóvartunnil er ikki treytaður av veðrinum, men tryggjar álítandi samband alt árið.
3. Javnbjóðis rættindi: Tað er eitt týdningarmikið mál fyri rættvísi og landspolitikk at veita øllum økjum somu møguleikar. Suðuroyggin eigur ikki at standa eftir sum einasta stóra oyggin uttan fast samband.
4. Búskaparligur fyrimunur: Ein íløga í Suðuroyartunnilin gevur í longdini størri inntøkur til kommunur og land frá skattum, vøkstur í vinnulívinum og sparingar við minkaðum útreiðslum til samferðslu.
5. Umhvørvisvinningur: Smyril brúkar nógva olju, og tað er ikki óhugsandi, at tá ið ferjusambandið verður niðurlagt tí vit fáa tunnil, minkar útlátið av vakstrarhúsgassum munandi.
Tvøroyrar Býráð sigur, at sostatt er Suðuroyartunnilin ikki bara eitt ynski tí hann er alneyðugur fyri tilverugrundarlagið í Suðuroynni.
– Tað snýr seg um at tryggja framtíðina hjá Suðuroynni, at styrkja samanhaldið í føroyska samfelagnum og skapa javnrættindi ímillum oyggjarnar, sigur býráðið við Løgtingið.
– Ein tunnil er lykilin til vøkstur og trivnað, ikki bara í Suðuroynni, men fyri allar Føroyar.
Suðuroyingar eru javnan í eini ótolandi støðu tí at Smyril ikki longur lýkur krøvini til tíðarhóskandi, álítandi og støðugan flutning.
– Higartil í ár hevur Smyril longu broytt siglingina 16 ferðir. Í undanfarnum árum hava tað verið fleiri enn 60 broytingar í siglingini um Suðuroyarfjørð orsakað av veðri og tekniskum brekum hjá Smyrli.
– Tað er flest øllum greitt, at Smyril hevur ein aldur har hann fer at fáa alsamt fleiri brek fyri hvørt ár, sum kemur, sigur Tvøroyrar býráð.
Tí siga tey, at politiski myndugleikin kann ikki annað enn taka neyðug stig til at broyta skeivu gongdina í Suðuroynni, so at oyggin eisini fær tann framburð, sum sæst í miðstaðarøkinum og á teimum plássum, sum hava fast samband við miðstaðarøkið.
– Loysnin er at fara undir Suðuroyartunnilin skjótast til ber, og ikki lata ymisk uppskot um eina ella aðru linjuføring í Sandoynni, seinka ætlanini óneyðugt, sigur Tvøroyrar Býráð.
– Tvøroyrar kommuna hevur fult álit á verkætlanini hjá partafelagnum Suðuroyartunnilinum, Løgmanni og politiska fylgibólkinum, leggja tey afturat.
Tað mest týdningarmikið fyri okkum, er, at farið verður undir tunnilin sum skjótast, soleiðis at suðuroyingar kunnu ferðast javnbjóðis í egnum landi, eins og flest allir aðrir føroyingar, sigur býráðið.