Mánakvøldið gjørdi amerikanski forsetin, enn einaferð eina útsøgn um Grønland.
Á tíðindafundi í Palm Beach, í svari til ein spurning frá BBC um nýggja leiklutin hjá Jeff Landry, republikanska guvernørinum í Louisiana, segði hann:
-USA kann og skal hava Grønland.
Landry er útnevndur amerikanskur sendiharri í Grønlandi.
Sambært Trump er Grønland neyðugt fyri USA - ikki orsakað av kritiskum mineralum, men fyri tjóðartrygdina.
Hetta hevur fingið øði í í Keypmannahavn, sum sigur seg fara at ringja til amerikanska sendiharran fyri at fáa eina forkláring. Grønlendski forsætisráðharrin sigur í viðmerking, at Grønland skal avgera sína egnu framtíð og at økisrætturin skal virðast.
Sambært Trump er Grønland neyðugt fyri USA - ikki orsakað av kritiskum mineralum, men fyri tjóðartrygdina.