Ongi úrslit

Tríggir aðalstjórar verða eisini uppsagdir

Áki Bertholdsen
4. november 2025 kl. 15:27

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, verður miðfyrisitingin hjá landsstýrinum nú rationaliserað og í tí sambandi verður talið á aðalráðum minka úr núverandi níggju aðalráð, niður í seks aðalráð.

Tað merkir, at hesir tríggir landsstýrismenninir verða loystir úr starvi:

–  Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

– Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

– Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum,

Men hetta merkir eisini, at tríggir aðalstjórar fara eisini frá, og teir eru:

– Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í almanna- og mentamálaráðnum.

– Poul Geert Hansen, aðalstjóri í barna og útbúgvingarmálaráðnum

– Nella Festirstein, aðalstjóri í Løgmálaráðnum.

Broytingarnar verða settar í gildi tann 1. desembur.

Sostatt merkir tað eisini, at frá 1. desembur, verða hesi aðalráð:

Fíggjarmálaráðið, har heldur Ruth Vang fram sum landsstýriskvinna og Bjarni Askham Bjarnason heldur fram sum aðalstjóri

Vinnumálaráðið, har Eirikur í Jákupsstovu verður nýggjur landsstýrismaður. Nú er hann landsstýrismaður í almanna- og mentamálum. Poul Egholm verður aðalstjóri. Nú er hann aðalstjóri í Umhvørvismálaráðnum

Barna og Útbúgvingarmál. Har verður Súsanna Bertholdsen nýggj landsstýriskvinna.  Hon er nú landsstýriskvinna í heilsumálum. Aðalstjóri verður Elin Mortensen verður aðalstjóri. Hon er nú aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Almanna- og Heilsumálaráðið. Har verður Margit Stórá nýggj landsstýriskvinna. Nú er hon landsstýriskvinna í umhvørvismálum, men fyrst í valskeiðnum var hon eisini landsstýriskvinna í heilsumálum. Aðalstjóri verður Bjørgfríð Ludvig. Nú er hon aðalstjóri í Heilsumálaráðnum

Uttanríkis- og Umhvørvismálaráðið. Sirið Stenberg heldur fram sum landsstýriskvinna og hon skal eisini umsita mentamál. Har verður Herálvur Joensen aðalstjóri. Nú er hann aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Tað sætta aðalráðið verður løgmansskrivstovan, har John Rajani heldur fram sum løgmansstjóri.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

15 tímar síðan