Tað munnu vera mong sum halda, at tey treingja til at røra seg eitt sindur eftir jóla- og nýggjarhaldið.
Tað kann Heilsustýrið hjálpa fólki við.
Fyri at hjálpa fólki ígongd, hava tey gjørt ein álmanakka við hugskotum um, hvussu fólk kunnu verða virkin í januar. Virkin januar, álmanakkin, sum tey kalla tað, er til bæði børn, ung og vaksin og har eru hugskot um, hvat børn, ung og vaksin kunnu gera hvønn einasta dag í januar fyri at røra seg eitt sindur - men eisini um, hvussu fólk kunnu vera virkin annars, næði sálarliga, sosialt og andaliga.
Heilsustýrið sigur, at álmanakkarnir kunnu lagast til ymsar lívsumstøður og áhugamál hjá tí einstaka og tískil kunnu hugskotini eisini brúkast í tann mun ein orkar.
Álmanakkin kann eisini geva íblástur til ymiskt annað virksemi, og tí hava tey eisini tómar álmanakkar, ið kunnu fyllast út við egnum hugskotum til virksemi, ið passar til tíni áhugamál og lívsumstøður.
Tómu álmanakkarnir kunnu eisini brúkast sum eitt amboð, sum dagstovnar, skúlaflokkar, bústovnar ella arbeiðspláss útfylla í felag, so tey kunnu vera virkin saman í januar.
– Tað hevur stóran týdning at vera virkin uppá ymiskar mátar gjøgnum alt lívið, sigur Heilsustýrið. Og tess virknari vit eru á ymsum økjum, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna, siga tey.
– At vera virkin snýr seg bæði um at vera virkin kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga.
– Við átakinum Virkin januar, eggja vit einstaklingum, skúlum, dagstovnum, arbeiðsplássum og øðrum, til at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá bæði tær sjálvum og øðrum.
Tað ber til at heingja álmanakkan upp í felagsøkjum hjá starvsfólkum, taka stig til at starvsfólk eru virkin saman í steðgunum ella fylgja álmanakkanum, hvør í sínum lag.
Álmanakkarnir eru tøkir á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum her:https://www.heilsustyrid.fo/fo/borgari/salarlig-heilsa/virkin-januar-2026