Sunnukvøldið fekk søgan av álvara bein at ganga á, tá ið vit skrivaðu, at Tórbjørn Jacobsen varð innlagdur á Landssjúkrahúsinum beint eftir, at hann seinnapartin hevði hildið røðu á grækarismessuhaldinum á Vaglinum í Havn.
Í dag er søgan, at Tórbjørn Jacobsen seinnapartin í dag fer at luttaka í sendingini Stjórnin, sum hvønn mikudag er á FM1. Árni Gregersen er vertur í sendingini, og luttakararnir eru fyrrverandi løgtingsmenninir og landsstýrismenninir Heðin Zachariasen, Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard, sum eisini er fyrrverandi løgmaður.
Vit ringdu fyri løtu síðani til Tórbjørn Jacobsen fyri at fregnast eftir, hvussu livimátin er:
-Eg eri framvegis innlagdur, men støðan er væl betri, enn hon var. Tað var bruni í arminum og hondini, sum var túsnað upp og kendist vera heilt deyð. Tað gekk nakað av tíð, áðrenn dugnaligu læknarnir fingu bilbukt við hetta, og nú sær heilt gott út. Eg havi fingið loyvi at fara út av LS at luttaka í sendingini í dag. Hvussu tað so verður við at vera innlagdur fái eg nærri boð um seinni í dag, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum hálovar starvsfólkunum á LS fyri góða viðgerð og viðferð.
