Andrias Edmundsson flytur nú úr Póllandi og til Italia at spæla fótbólt. Tað vita bæði altjóða og pólskir miðlar at siga, og søgan er eisini endurgivin í føroyskum miðlum.
25 ára gamli føroyski landsliðsspælarin er á veg til Italia og Verona, har hann lendir í dag. Tá ið kravda læknakanningin verður avgreidd, fer Andrias í morgin at skriva undir sáttmálan, ið ber við sær, at hann fer at spæla í Verona fram til á sumri í 2029.
Verona hevur boðað frá, at felagið rindar Wisla Plock 26 milliónir krónur fyri føroyska landsliðsspælaran.
Andrias Edmundsson spældi sambært FaroeSoccer 14 dystir við B68 í 2017. Tað var í 1. deild og unglingaliðum. Andrias hevur ongantíð spælt í bestu føroysku deildini. Í 2017 fór hann 16 ára gamal av landinum at royna fótbóltseydnuna. Hann spældi unglingafótbólt í Sunverland og flutti í 2020 til spanska Águilas, har hann var fram til á sumri í 2023. Tá flutti hann til Póllands, har hann fyrst umboðaði Chojniczanka og síðani Wisla Plock, sum hann var við til at spæla upp í bestu deildina.
Síðani 2022 hevur Andrias Edmundsson verið 15 ferðir á landsliðnum.
Verona er eftir 23 umfør á 20. og aftasta plássi í Seriu A. Í gjár tapti Verona 4-0 á útivølli móti Cagliari. Næsti dystur verður fríggjakvøldið 6. februar á heimavølli móti Pisa.