Ongi úrslit

Tikin við ongum koyrikorti - løgreglan kendi hann aftur

Sum heild hevur tað verið friðarligt hjá løgregluni

Áki Bertholdsen
14. apríl 2025 kl. 08:08

 Sum heild hevur hetta verið eitt friðarligt vikuskiftið hjá løgregluni.

Í gjár brúkti løgreglan einar fýra tímar upp á at loysa eitt mál á Vestmannavegnum har ein maður, sum var illa fyri, læsti seg inni í einum bili.

Tað varð loyst í øllum góðum, men annars hevur tað verið friðarligt.

Á miðdegi í gjár varð ein bilførari tikin í Havn fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd av tikin av honum og so gongur tað málið sína gongd.

Í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin á Sandi. Hann varð tikin tí hann hevði einki koyrikort.

Løgreglan sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð at hann verður tikin í bili við ongum koyrikorti, so tá ið tey koyrdu seg fram á hann, kendu tey hann aftur.

Hann hevur mist koyrikortið eina ferð í tíðini, men ongantíð tikið tað aftur.

Tað er dýrt at koyra við ongum koyrikorti. Fyrstu ferð er bótin 5.000 krónur, men so hækkar honm verður sami bilførari tikin aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57