Ongi úrslit

Tíðindafundur í Nuuk

Skulu vera tøk at luttaka í felagstilbúgvingini

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Í Nuuk hava Troels Lund Poulsen (V) verjumálaráðharri og grønlendski uttanríkisráðharrin, Vivian Motzfeldt hildið tíðindafund fyri løtu síðani.

Fundurin snúði seg um trygdina í Arktis.

- Arktiska neyðtilbúgvingar-útbúgvingin, sum byrjaði við 22 næmingum, var økt til 30 í fjør. Nú hava vit avgjørt, at tað verða 50 frá næsta summar sigur Motzfeldt.

Eg eri sera stoltur av avtaluni, tí hon vísir, at tey ungu í landinum eru sinnaði at átaka sær uppgávuna, leggur hann afturat.

-Tað eru uppá allar mátar positiv tíðindi, at tað letur seg gera. Vit vænta, at vit fara at síggja eina stóra upptøku á útbúgvingini, sigur hann.

Tað er ein stór avtala, leggur hann dent á

Í avtaluni stendur eisini, at ein skal vera tøkur at luttaka í felagstilbúgvingini.

Myndugleikarnir gera fleiri avtalur við grønlendskar fyritøkur, sum skulu yvirtaka eina røð av uppgávum frá landinum.

Tað er ein stór avtala, leggur Troels Lund Poulsen dent á.

Vivian Motzfeldt, takkaði at enda á stutta tíðindafundinum Troels Lund Poulsen fyri, at lurta eftir ynskjum frá Grønlandi.

Hon vísti eisini á sína gleði um økingina av næmingum á arktisku grundútbúgvingar.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06