Ongi úrslit

Tíðin er komin at endurskoða leiðslubygnaðin í sjúkrahúsverkinum

Árni Skaale
24. sepember kl. 14:10

Forstjórin fyri øll trý sjúkrahúsini hevur eisini verið stjóri á Landssjúkrahúsinum. Eg meti, at hesar báðar uppgávur illa lata seg sameina, tí forstjórin ofta kemur í tvístøðu millum leiklutin sum forstjóri og sum stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Nú tíðindini bórust, at forstjórin og stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur fingið nýtt starv, er tað hóskandi at gera eina eftirmeting av leiðslubygnaðinum í sjúkrahúsverkinum.

Sum støðan er í dag, eru tríggir stjórar – ein fyri hvørt sjúkrahúsið. Hetta er í tráð við ástøði um góðan leiðslubygnað, og í sjálvum sær eitt rímiligt skipanarligt fyribrygdi.

Trupulleikin kemur, tá vit tosa um at fáa samlaða heilsuverkið at virka sum eina eind. Vit hava fyri stuttum samtykt, at føroyska heilsuverkið skal gerast eitt universitetssjúkrahús. Eisini hava vit eitt ynski um at brúka tilfeingið so skynsamt sum gjørligt.

Síðan 2017 hevur forstjórin fyri sjúkrahúsverkið eisini verið stjórin á Landssjúkrahúsinum. Tað setir viðkomandi í eina ómøguliga støðu: Hann skal vera tann víðskygdi leiðarin, sum tryggjar optimeraða heildina, samstundis sum hann skal vera stjóri fyri eitt av sjúkrahúsunum og hava beinleiðis ávirkan og ábyrgd av dagliga rakstrinum.

Eftir míni fatan er tað lætt at síggja, at hesar báðar uppgávur illa lata seg sameina. Av tí at forstjórin javnan kann koma í tvístøðu millum heildina og síni egnu starvsfólk í tí eina sjúkrahúsinum.

Tí er tíðin komin til eina eftirmeting av skipanarliga bygnaðinum.

Eftir mínum tykki eigur hann at verða broyttur. Men fyrsta stigið má vera ein breið eftirmeting, har allir viðkomandi leiðslupersónar eru við.

Eg vóni, at Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, setir hetta í verk, áðrenn søkt verður eftir nýggjum stjóra, nú forstjórin fer frá.

 Árni Skaale

Tingmaður fyri Fólkaflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48