Kjakið, um Føroyar eiga at taka ímóti flóttum ella ikki, hevur við jøvnum millumbili verið á breddanum seinastu árini. Og ei undur er í tí: Vit eru eitt norður-europeiskt og vesturlendskt land og munnu vera tað einasta av tí slagnum, ið ongum flóttum hava tikið ímóti, meðan flóttafólkabylgjurnar hava gjørt um seg í Europa seinastu tíðina. Føroyar tóku ímóti nøkrum fáum flóttum úr eks-Jugoslavia undir borgarakrígnum í 1990’unum. Men síðani hetta, hava vit ikki tikið ímóti einum einasta flótta, og tað tykist heldur ikki, sum hetta liggur fremst í huganum á politikarum okkara.
Tað eru ymisk viðurskifti, ið hava ávirkan á, at hetta evnið, hóast tað javnan verður umrøtt, ikki verður farið í dýpdina við. Týdningarmest er óivað politiska støða okkara, nevniliga hon, at vit ikki eru ein sjálvstøðug tjóð – og harvið ikki undirløgd somu krøv, sum sjálvstøðugu londini í Europa eru.
Tað er áhugavert at eygleiða, hvussu politikarar hava hug at vinna okkum flest møguligar altjóða fyrimunir innan handilsvinnu og útflutning – og hattin av fyri tí – men í minni mun fokusera á altjóða ábyrgdina, ið eigur at fylgja við hesum framíhjárættindum.
Sjálvsmynd okkara verður sostatt óklár: eru vit ein tjóð, ið kann sammetast við onnur vælferðarsamfeløg og lond í Europa ella eru vit bara eitt hjáland, ið roynir sum frægast at gagnnýta teir møguleikar fyri framburði og ágóðum, sum vit hava? Svarið er ivaleyst bæði og. Vit hava yvirtikið nógv stór mál og stovnar, ið áður vóru í donskum hondum, og vit taka eisini á ávísum økjum ábyrgd fyri umheiminum, eitt nú við at hava okkara egnu Amnesty- og Reyða kross-deildir og við at hava eina játtan á fíggjarlógini til frama fyri neyðhjálp. Rætt skal vera rætt.
Men á øðrum økjum skínur hjálandamentaliteturin ígjøgnum, sum eitt nú tá ið Føroyar (t.e. táverandi løgmaður) í 2015, beint ímóti áheitan frá ST um at boikotta Russland til tess at leggja trýst á landið, orsakað av tess innrás í Ukraina, heldur valdi at gera sær dælt av støðuni fyri at fáa handilsligan vinning burturúr.
Henda medferð er ørkymlandi, av tí at hon mótsigur sær sjálvari; í staðin fyri at vinna okkum góð sambond, fyrimunir og virðing, avdúkar hon hug til stuttskygdar løtuvinningar, sum forðar fyri, at Føroyar verða tiknar fyri fult á altjóða pallinum.
Altjóða politikkur á føroyskum máli
Hjálandahugburðurin sæst eisini aftur aðrastaðni í samfelagnum, m.a. í miðlunum, ið viðgera størstu, altjóða politisku evnini lítið. Evnini verða gaman í miðlað í tíðindunum, men nærum einans sum upplýsandi tíðindastubbar um umheimin og bara hendingaferðir sum nakað, ið veruliga viðvíkur okkum á sama hátt, sum tað ger onnur vesturlendsk samfeløg. Hetta ger ikki bara nakað við tjóðarsjálvsmyndina, men eisini við einstaklingasjálvsmyndina.
Tá ið man ikki verður konfronteraður við størstu altjóða politisku avbjóðingarnar, heimurin stendur yvirfyri, so sum flóttafólkastøðuna og veðurlagsbroytingar gjøgnum seriøs kjak, ið fara í dýpdina við evnunum á móðurmálinum, so fær man eina fjarstøðu til evnini, og man kann lættliga uppliva seg sjálvan sum uttanfyristandandi: Altjóða politikkur og samfelagsviðurskifti er nakað, sum gongur fyri seg “har úti”, og vit kunnu eygleiða umheimin, men sleppa frá at taka veruliga støðu.
Tað finnast góðar, føroyskar sendingar, eitt nú Radarin, ið fara í dýpdina við aktuellum, altjóða evnum, men tað eru ov fáar av hesum slag. Kjakini í kringvarpinum snúgva seg í nógv størstan mun um føroysk viðurskifti, og hetta ávirkar borgaran og alt samfelagið á tann hátt, at frástøðan til umheimin, sum áður nevnt, verður stór og vit verða “okkum sjálvi nokk”.
Tað er ein misskiljing at halda, at eftirsum allar flestu borgarar hava atgongd til danskar og enskar miðlar og tíðindi hvønn dag, so nýtist okkum ikki at fokusera á hesi somu tíðindi í føroyskum miðlum. Tí tað sum ein lesur og hoyrir um á einum fremmandamáli, rakar ein ikki á sama hátt, sum var tað á móðurmálinum.
Útjaðarasamleikin ella hjálandamentaliteturin fær okkum sostatt ikki at kenna ábyrgd fyri at taka ímóti flóttum. Hetta er í øllum førum ein av orsøkunum til hugburðin.
Høvuðsargumentið hevur verið, at vit sum land ikki eru til reiðar at taka ímóti flóttum enn, og at tað ikki vildi verið rætt mótvegis flóttunum, um ikki vit hava tað, ið krevst fyri at hjálpa teimum, eitt nú spesialiseraða kreppuhjálp til torturoffur, tulkar, ið duga arabiskt og onnur mál, vælegnaðar bústaðir o.s.fr.
Hetta eru rímilig og skynsom argument við fyrsta eygnabrá – men hugsar ein so um, at talan kanska er um 2-5 flóttar annaðhvørt ár, má ein allíkavæl seta sær spurningin, um hetta ikki eru púra gemenar undanførslur?
Um vit ikki eru klár til at taka ímóti so fáum, neyvt útvaldum flóttum gjøgnum eina kvotuskipan, har flóttarnir teljast ímillum tey allar mest útsettu, t.d. ein einsamøll mamma við trimum børnum, ið hvørki hevur ráð ella møguleika at flýggja, men er fastbundin í einari flóttalegu, so verða vit óivað ongantíð klár.
Vit hava eina rúgvu av høgt útbúnum sálarfrøðingum, læknum, sosialrágevum o.s.fr., sum heilt víst kunnu veita eina hjálp. Er mangul upp á serkunnleika, so kunnu vit, á sama hátt sum vit gera við serlæknum, fáa onkran uttanifrá at koma til Føroya við jøvnum millumbili, inntil vit sjálvi hava fingið neyðugu servitanina. Tað sama ger seg galdandi við tulkum. Harafturat kunnu vit sjálvsagt velja kvotuflóttar, ið vit meta okkum hava bestu hjálpina til.
Eitt annað, ið er vert at hava í huga, er at nógv verður ikki gjørt – og sumt kann ikki gerast – áðrenn man blakar seg út í uppgávuna og fer í holt við hana.
Ísland er ein fyrimynd á hesum øki og hevur tikið ímóti kvotuflóttum í nøkur ár, nakað sum hevur verið sera væl eydnað, óivað júst av teirri orsøk, at tey taka ímóti so fáum flóttum, um 10-20, annaðhvørt ár. Sostatt eru resursirnar nógvar til hvønn flótta, og flóttarnir hava ein veruligan kjans at falla til og verða integreraðir.
Sigast skal, at summir av føroysku politikarunum seinastu árini hava ført fram, at vit avgjørt eiga at taka ímóti flóttum, men at hetta má bíða, til vit hava yvirtikið útlendingamál. Hetta hevur tó drigið út í fleiri ár, og spurningurin er, um vit ikki undir øllum umstøðum eiga at taka ímóti flóttum og steðga við at útseta málið og bera okkum undan ábyrgd. Tað er til ein og hvørja tíð “her og nú”, at flóttarnir hava tørv á hjálp, og tað at bara lata standa til og vera í bíðistøðu er ábyrgdarleyst. Kanska avgerðin um at taka ímóti flóttum í roynd og veru kann verða tað, ið skumpar undir yvirtøkuna av útlendingamálum.
Handan altjóða, politisku ábyrgdina at hjálpa flóttum, liggur eyðsæð ein menniskjaáskoðan, grundað á humanismuna: Øll menniskju hava líka stórt virði uttan mun til uppruna, trúgv, húðarlit, kyn ella kynsligan samleika. Á sama hátt sum vit heilt víst høvdu ynskt hjálp, vóru vit sjálvi í teirri støðu at noyðast at flýggja undan kríggi, so eiga vit at hjálpa, har vit kunnu. Tí er tað eitt skeivt tekin at senda, tá ið vit velja at útseta at taka hesa uppgávu á okkum.
Kristin tjóð
Aftrat humanistisku menniskjaáskoðanini hava vit ta kristnu, ið byggir á næstakærleika. Nú so nógv prát hevur verið, um Føroyar skulu nevnast at vera ein kristin tjóð í stjórnmálaskipanini, er upplagt at tosa um, hvør ábyrgd liggur handan hesa sjálvslýsing. Í staðin fyri at tosa so nógv um sjálvt heitið og orðingina, kunnu vit tosa um, hvat tað inniber at standa við hesa sjálvsfatan. Her má man siga, at boðskapurin um næstakærleika avgjørt má tala fyri at siga ja til at taka ímóti kvotuflóttum, sama hvaðani teir eru, tí næstakærleikin er væl galdandi fyri allar okkara næstar; øll okkara medmenniskju, líka mikið hvaðani tey eru.
Vit kunnu ikki sum tjóð vænta okkum at fáa bæði í posa og sekk, og um somu tíð bera okkum undan ábyrgdini, ið fylgir við fyrimunum og vinningum. Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, um vit ynskja at verða tikin í álvara av altjóða samfelagnum, og um so er, handla í samljóð við hetta. Á sama hátt sum vit finna íblástur til eitt nú ferðavinnuna úr londunum rundan um okkum, kunnu vit finna íblástur til at taka samfelagsliga ábyrgd, t.d. við at hyggja at kvotuflóttaskipanini í Íslandi.
Vert er at hava í huga, at ymisku viðurskiftini hanga saman, og at samfelagsliga ábyrgdin í grundini eisini kann vera við til at geva eitt fíggjarligt avkast, á sama hátt sum altjóða handilsavtalurnar kunnu. Tíverri er hetta kanska einasta argumentið, ið, tá ið alt kemur til alt, rínur við valdshavarar flestar.