Dota 2 er bæði broytt og vaksið nógv gjøgnum árini, síðani at Defense of the Ancients sum partur av Warcraft III: Reign of Chaos varð til fyri áleið 21 árum síðani. Slagið av telduspæli er ”multiplayer online battle arena” ella bara MOBA.
Dota 2, sum upprunaliga var ein serbygd ”map” ella bani til Warcraft III: Reign of Chaos, er í dag heimsins størsta telduspæl, í øllum førum, tá tað kemur til vinningspulju innan e-sports, og er telduspælið kent, spælt og fylgt um allan knøttin.
Hóast at upphæddirnar fyri at vinna heimsmeistaraskapið hava varierað gjøgnum árini, hevur virðislønin vanliga ligið omanfyri 10 mió. dollarar, onkuntíð nærri 20 mió. dollarum. Meistaraheitisupphæddin fyri ársins kapping er tó enn ikki staðfest.
Í ár hava føroyingar sostatt betri treytir enn nakrantíð at uppliva frá fyrstu hond, hvussu leikur fer fram, nú at árliga heimsmeistaraskapið, nevnt The International ella bara TI, fyri trettandu ferð fer av bakkastokki.
Johan Sundstein, sum hevur føroyskar røtur, hevur undir spælaranavninum N0tail áður vunnið TI tvær ferðir á rað, og hóast at tað er eitt sindur síðani, at hann við liði sínum OG vann, er hann framvegis heimsins ríkasti e-sportleikari við vinningum omanfyri 7 mió. dollarar.
Bólkaspælið í heimsmeistaraskapinum byrjar 4 september.