Ongi úrslit

Tey í Sarpugerði eiga stolta steypasøgu

Víkingur og GÍ hava 12 ferðir vunnið steypafinaluna

Í 2022 vann Víkingur steypafinaluna 1-0 ímóti KÍ. Í kvøld vera tað KÍ og Víkingur, sum fara at spæla steypafinalu
Jóannes Hansen
Í gjár kl. 16:55

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har tað verður finala um løgmanssteypið millum KÍ og Víking.

Hjá Víkingi er tað serligt, at hetta er síðsti almenni dysturin í fremstu røð hjá liðformanninum Atla Gregersen.

So fæst at síggja, um tað verður hann, ella um tað verður KÍ liðformaðurin, sum fer at lyfta løgmanssteypið seinni í kvøld. Síðst Atli tók ímóti steypinum var ó 2022, tá ið Víkingur vann finaluna 1-0 ímóti KÍ.

Hóast Víkingur ikki sá dagsins ljós fyrrenn í 2008, so hevur felagið í Eysturkommunu vunnið seks steypafinalur.

Seinasta ferðin var í 2022, tá ið víkingarnir søgdu KÍ takk fyri seinast. Hóast KÍ í landskappingini setti met við at vinna FM við 77 stigum, so vann Víkingur steypafinaluna. Úrslitið var 1-0, og tað var Sølvi Vatnhamar, sum tríggjar minuttir undan leikloki og við brotssparki skoraði sigursmálið.

Fyri nýggja felagið var tað týdningarmikið og styrkti um samleikan, tá ið tað longu í 2009 – árið eftir at felagið varð stovnað – eydnaðist at vinna steypafinaluna. Jógvan Martin Olsen var venjari, tá ið felagið vann steypafinaluna í 2009, 2012 og 2013. Í 2014 var Sigfríður S. Clementsen venjari, tá ið Hallur Hansson í næstsíðsta minutti skoraði 1-0 sigursmálið ímóti HB, og í 2015 vann Víkingur 3-0 ímóti NSÍ, sum í 38. minutti varð undirmannað, tí Árni Frederiksberg sá beinleiðis reytt kort. Eisini í 2015 var Sigfríður S. Clementsen venjari í Sarpugerði.

Í Víkingi gera teir nógv fyri at styrkja samleikan, sum fevnir um allar bygdirnar í samanløgdu kommununi. Tá er Víkingur besta amboðið at samansjóða gøtumenn og leirvíkingar. Men tá ið tað snýr seg um steypahagtøl í Sarpugerði, so eigur at vera tikið við, at GÍ vann seks steypafinalur, og tað var vorðið sum avrik, tá ið havt verður í huga, at felagið bara var partur av bestu deildini í 28 ár – frá 1980 og fram til 2007.

GÍ vann fyrstu finaluna um ísafjarðarsúluna í 1983. Úrslitið var 5-1 ímóti Royn, sum í fjórðingsfinaluni var í Klaksvík og vann 1-0! Í 1985 var Hans Leo í Bartalsstovu tvífaldur málskjútti í 4-2 finalusigrinum ímóti NSÍ, og tá ið GÍ í 1996 vann greipuna og í 1997 steypafinaluna 6-0 ímóti VB, var Páll Guðlaugsson venjari. Tá ið VB í 2000 vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð, var Óli Hansen einasti málskjútti í steypafinaluni, tá ið GÍ vann ímóti HB. Johan Nielsen vann tá fyri fyrstu og einastu ferð steypafinaluna við GÍ. Frammanundan hevði hann 12 ferðir staðið á odda fyri steypavinnarum í HB. Hetta eru tøl, sum eingin higartil hevur rokkið, og tað er ilt at ímynda sær, at tað verður nakar, ið sum venjari fer at vinna 13 steypafinalur.

Tá ið GÍ í 2005 setti punktum, var tað við 4-1 finalusigri ímóti grannunum í ÍF, og tá var Hanus Jacobsen trífaldur málskjútti og Krzystof Popczynski spælandi venjari.

Mest lisið hesa vikuna

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

27. oktober kl. 18:14

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Eitt illgitt og sadistiskt netverk hevur breitt seg skjótt á netinum seinastu árini

27. oktober kl. 19:00

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Færri møguleikar geva fleiri problemir

28. oktober kl. 10:30