Ongi úrslit

Talur og greinar hjá Tórbjørn í bók

Bókin verður løgd fram í morgin, tá ið skipað verður fyri 70 ára føðingardagshaldi í Løkshøll

Jonhard Hammer
4. oktober kl. 16:52

Í morgin verður hátíðarløta í Løkshøll í sambandi við, at Tórbjørn Jacobsen týsdagin 7. oktober verður 70 ár.

70 ára føðingardagsbarnið skrivaði soleiðis á facebook mikudagin í hesi vikuni:

Komin so mikið til árs, hevði eg ikki roknað við, at hesin dagurin nakrantíð skuldi renna upp, men tað kemur tíbetur fyri, at lívið lagar seg øðrvísi enn væntað.

Álvur Danielsen, frá Bókamiðsøluni, hevur í morgun verið í Løkshøll við bókini, sum verður løgd fram sunnudagin. Tey eru mong, sum eiga eina aktiu í hesari verkætlan. Sprotamaðurin Jonhard Mikkelsen átti hugskotið, Ann Ellefsen hevur ritstjórnað, Else Sjúrðarberg tók sær av grafikkinum, Torbjørn Olsen málaði kápumyndina, Erla Berghamar rættlas og Høgni Hoydal skrivaði formælið. Teimum havi eg almikið fyri at takka.

Nevndi fyri ritstjóranum/konuni fyri løtu síðan, at tað kendist sum at eiga eitt barn, at taka ta fyrstu bókina upp í lógvarnar. Sarkastiskt svaraði hon tá, - at pínan kanska ikki var hin sama.

Bókin verður løgd fram í Løkshøll sunnudagin kl. 15, og allir stólarnir eru longu bílagdir.

ES: Álvur Danielsen og Conny Rasmussen tóku myndirnar.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48